Kømur

Á Hotel Havn hava vit einakømur, dupultkømur, eitt superiorkamar og svitu.
Øll kømuruni eru bygd í 2014, og eru útgjørd við wc/baðirúmi, sjónvarpi og ókeypis interneti.
Møguleiki er eisini fyri eykauppreiðing, og hárturkari fæst í móttøkuni.
Superior kamar og svitan hava eisini altan, við góðum útsýni.
Thé, kaffi og ketil eru á hesum kømurum.

 
_MG_3021.jpg

Superior kamar

Á Hotel Havn bjóða vit uppihald í serflokki. Gist í superior kamari og njót útsýnið á altanuni, við einum góðum kaffimunni. Superior kamarið er útgjørt við flatskermi, egnari altan, ókeypis Wi-Fi, egið ves/brúsu og dupultsong.
Hostel_Suita_2_2.jpg

Svita

Um Superior kamarið ikki nøktar tørvin, gist so í svituni. Svitan hevur alt sum superior kamarið hevur, eins og títt egna tilhaldsrúm við køliskápi, ketil við thé og kaffi.
Svitan er útgjørd við flatskermi, altan, egið ves/brúsu, ókeypis Wi-Fi og dupultsong.
Hostel_smallroom_1.jpg

Einkult - / Dupultkamar

Øll komurini eru innrættaði til at dekka tørvin hjá teimum flestu.
Einkult - og dupultkømurini eru útgjørd við flatskermi, ókeypis Wi-Fi, ves/brúsu og twin sengur.